Russland tekur seg úr samstarvsavtaluni við Ukraina um brúk av Azovhavinum og sonevnda Kertsj-sundinum.
Tað váttar russiski forsetin, Vladimir Putin, sambært statsriknu russisku tíðindastovuni, Ria.
Forsetin undirskrivaði í dag lógina sum setir avtaluna frá 2003 úr gildi.
Í avtaluni millum londini varð dentur lagdur á, at havøkið er týdningarmikið fyri menningina í báðum londunum.
Dentur varð eisini lagdur á, at havøkið eigur at varðveitast sum felags tilfeingi.
Í avtaluni varð sagt, at møguligt stríð um hesar leiðir skuldu loysast við samráðingum millum londini.
Nú Russland beinleiðis hevur tikið hesi rættindi frá Ukraina við hertøku, kann væl eingin meining vera í at hava eina slíka avtalu millum partarnar.
##med2##












