Putin stillar kanska upp í 2012

Tað er ikki óhugsandi, at russiski forsetin stillar uppaftur, tá næsta valskeið er av. Stýrisskipanin forðar Vladimir Putin at halda fram sum russiskur forseti aftan á valið næsta ár, tí tá hevur hann sitið tvey valskeið á rað.

Putin hevur fyrr sagt, at hann fer ikki at virka fyri at broyta lógina, men við blaðið Kommersant sigur hann, at tað er einki, sum forðar honum í at stilla upp aftur í 2012.

Tað er eingin ivi um, at Putin hevði verið afturvaldur, hevði hann kunnað stilla upp næsta ár.