Russiski forsetin, Vladimir Putin, sleppur undan at vitna í rættarmálinum ímóti kvinnubólkinum Pussy Riots. Tríggjar av kvinnunum í bólkinum eru ákærdar fyri "hooliganismu", tí tær seinasta vetur fóru inn í eina kirkju, har tær spældu eitt lag, dansaðu við altarið og bóðu Mariu moy reka Putin burtur. Tað skrivar tíðindastovan NTB.
Verjin hjá kvinnunum hevði biðið rættin kalla bæði Putin og leiðaran fyri teirri russisk-ortodoksu kirkjuni, patriarkin Kirill, í rættin at vitna, men tað vildi rætturin ikki. 32 onnur vitni, sum verjin hevði biðið um at fáa í rættin, skulu heldur ikki vitna.
Í dag varð avgjørt, at rættarmálið ímóti kvinnunum byrjar tann 30. juli. Sum nakað sjáldsamt gjørdi dómarin av, at myndir frá rættarmálinum verða lagdar út á internetið, og tað er als ikki vanligt í Russlandi, skrivar NTB.
Tær tríggjar Pussy Riots-kvinnurnar kunnu fáa upp í sjey ára fongsul.