Putin skal framvegis hava ávirkan

Russiski forsetin ætlar sær ikki at lata alt upp í hendurnar á øðrum, tá hann fer frá

Næsta ár noyðist Vladimir Putin frá sum russiskur forseti, tí lógin loyvir honum ikki at sita meiri enn tvey valskeið á gangin. Men sambært blaðnum Gazeta merkir tað ikki, at Putin ætlar at lata alt valdið upp í hendurnar á øðrum.

 

Putin hevur sagt, at hann ætlar sær framvegis at hava politiska ávirkan, eftir at hann er farin frá, skrivar Gazeta, sum sigur seg hava fingið at vita frá álítandi keldum í russisku umsitingini, at Putin ætlar at geva skipa eitt trygdarráð. Sjálvur skal hann sita í ráðnum, sum skal hava stóra ávirkan.

 

-Sambært keldu okkara skal trygdarráðið hava eftirlit við øllum teimum týdningarmestu ráðstovunum, eins og tað skal leggja eina politiska ætlan fyri landið, skrivar Gazeta.