Putin sigur seg vera til reiðar við koppseting

Men heilsufrøðingar eru atfinningarsamir

Vladimir Putin, forseti í Russlandi, sigur nú, at Russland hevur ment eina koppseting móti koronuvirus, og at nýggja koppsetingin skal nú roynast á fleiri milliónir russarar.

Sambært The Washington Post boðaði Putin frá tíðindunum á tíðindafundi í dag, og hann gjørdi greitt, at nýggja koppsetingin varð ment á Gamaleya instituttinum í Moskva.

Samstundis hava russiskir granskarar gjørt greitt, at ein onnur koppseting frá einum ørðum russiskum granskingardepli er næstan liðug.

Eftir ætlan skulu russisku myndugleikarnir geva fleiri milliónum av russarum - serliga lærarum og starvsfólki í heilsuverkinum - koppsetingina, og Putin vil vera við, at dóttir hansara hevur longu fingið koppsetingina.

Kinverjar hava frammanundan góðkent eina koronukoppseting til hernaðarliga nýtslu, men nógvar atfinningar eru móti bæði kinverjum og russarum, tí nógvastaðni verður mett, at koppsetinginar hava ikki verið gjøgnum neyðugu kanningarnar fyri at prógva, at tær virka sum tær skulu, og at tær eru tryggar.

Anthony Fauci, stjóri fyri allergi- og smittustovnin í USA, er ein teirra.

– Eg hopi sanniliga, at kinverjar og russarar kanna koppsetingina, áðrenn teir lata nøkrum hana, tí at tað er rættiliga problematiskt at siga, at tú hevur eina koppseting klára, áðrenn tú hevur kannað hana, segði hann fyri amerikansku kongressini.

Heimsheilsustovnurin, WHO, bólkar framvegis russisku koppsetingina sum vera á fyrsta stigi - og altso ikki klára til nýtslu.