Putin: Samrøður við USA geva vónir

Russiski forsetin, Vladimir Putin, avvísir ikki, at ein friðarlig loysn kann fáast á krígnum í Ukraina

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sagt við russisku fregnartænastuna (FS), at fyrstu sambondini við nýggju amerikansku umsitingina geva vónir.

 

Tað veit Reuters at siga í dag.

 

Forsetin segði, at Russland og USA eru til reiðar at skipa samstarv, men at nøkur vestanlond royna at undirgrava samskifti, sum er millum Russland og USA.

 

Reuters endurgevur Vladimir Putin fyri at siga, at hann avvísir ikki, at ein friðarlig loysn kann fáast á krígnum í Ukraina.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at russiski forsetin neyvan fer at geva frá sær aftur ein tumma av tí landaøki, sum Russland hevur tikið frá grannalandinum, Ukraina.