- Putin ringir til mín um náttina

- Hann ringir altíð, og viðhvørt ringir hann, tá klokkan er farin av midnátt, sigur Gennadij Sjuganov.

Leiðarin fyri kommunistaflokkin í Russlandi, Gennadij Sjuganov, sigur, at russiski forsetin av og á ringir til sín um náttina.

 

- Hann hevur eina tronga tímaætlan, og hann eigur at viðfarast við virðing. Hann ringir altíð, og viðhvørt ringir hann, tá klokkan er farin av midnátt.

 

Men, Gennadij Sjuganov sigur, at hann fer seint í song, so tað passar honum væl, at Vladimir Putin ringir seint.

 

Hetta veit russiska ávísin, RBC, at siga.

 

Orðini hjá formanninum í russiska kommunistaflokkinum, sum BBC eisini endurgevur, skulu vera søgd á einum tíðindafundi.

 

Sambært Gennadij Sjuganov er Vladimir Putin lætt atkomuligur og opin fyri samskifti. Júst, hvat teir báðir tosa um í náttartímunum, sigur maðurin ikki.

 

Sjuganov og Putin hittust hin 13. februar í samband við ársdagin hjá kommunistaflokkinum, og her segði Sjuganov, at hann var í iva um russiskan sigur í Ukraina.

 

- Vit mugu vinna, og vit vilja vinna. Ein krossferð og eitt nýtt kríggj er fráboðað móti øllum Russlandi av ES-londunum, segði Gennadij Sjuganov.

 

Og her svaraði russiski forsetin, Vladimir Putin honum so líkt:

 

- Soleiðis skal tað vera.

 

##med2##

 

 

 

Gennadij Sjuganov, leiðari fyri russiska kommunistaflokkinum.