Putin-revsari funnin deyður

Russiski ríkmaðurin Boris Berezovskij varð funnin deyður í heimi sínum í London í gjár, og síðani hevur bretska løgreglan kannað hús hansara. Serfrøðingar innan lívfrøði, evnafrøði og kjarnorku hava verið í húsunum, men í morgun visti Sky News at siga, at serfrøðingarnir høvdu ikki funnið nakað illgrunasamt heima hjá Berezovskij.

Eftir ætlanini skuldi Berezovskij í rættin í næsta mánað at vitna í einum rættarmáli viðvíkjandi russaranum Aleksandr Litvinenko, sum doyði í London í 2006, eftir at hann var vorðin eitraður við evninum polonium.

Boris Berezovskij flutti til London í 2000, eftir at hann var komin til ilnar við myndugleikarnar í Russlandi. Hann var kendur fyri sínar atfinningar at Vladimir Putin, forseta, og vælvitandi keldur siga, at hann hevði leingi stúrt fyri, at onkur fór at beina fyri sær. Herfyri tapti hann eitt rættarmál ímóti einum øðrum ríkum russara, Chelsea-eigaranum Roman Abramovitsj, og sambært keldunum hevði ann verið tungur í lyndi síðani.