Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at tær tríggjar kvinnurnar úr tónleikabólkinum Pussy Riot hava fingið ta revsing, sum tær hava uppiborið. Hann leggur afturat, at kvinnurnar vistu, at tiltakið í kirkjuni í Moskva fór at fáa avleiðingar.
-Tað var rætt at taka tær, og tað var rætt at døma tær í fongsul, sigur Putin í einari sjónvarpssamrøðu. Í august mælti Putin rættinum til at geva teimum trimum kvinnunum lina revsing. Tað gjørdi rætturin á ein hátt, tí hann dømdi kvinnurnar tvey ára fongsul, hóast ákæruvaldið hevði kravt fongsul í 10 ár.
Verjin hjá kvinnunum hevur kært revsingina, og sum skilst skal ein annar dómstólur taka støðu til málið fyrsta dagin.