Putin: - Ongar samráðingar við Ukraina um vápnahvíld

Tað verða ongar samráðingar við Ukraina, eftir at landið hevur gjørt innrás í russiska Kursk-landslutin, sigur russiski forsetin.

 

Sambært russiska uttanríkisráðharranum, Sergej Lavrov, útilokar forseti landsins, Vladimir Putin, samráðingar við Ukraina eftir ukrainska átakið í Kursk-landslutinum.

 

- Vladimir Putin hevur sagt tað ógvuliga týðiliga, at eftir átakið í Kursk eru allar samrøður við Ukraina ómøguligar, sigur Sergej Lavrov.

 

Hetta sigur uttanríkisráðharrin við russiskt ríkissjónvarp, nú russiski forsetin vitjar í Aserbadjan, og tað er norska kringvarpið - NRK - sum endurgevur.

 

Tað verður ein vika í morgin, síðan ukrainskar herdeildir tóku russiska forsetan á bóli og tóku seg inn í russiska Kursk-landslutin.

 

Her hevur Ukraina tikið fleiri russiskar bygdir og smærri býir.

 

Í Kursk-landslutinum roynir ukrainski herurin at oyðileggja veitingarfarleiðirnar hjá russiska herinum til krígsførsluna í Ukraina.

 

Sambært ukrainskum hernaðarmyndugleikum hevur russiski herurin skotið eitt ótal av rakettum úr russiska Kursk-landslutinum og inn í Ukraina.