Putin og Medvedev í kravgongu

Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, sum herfyri varð valdur til forseta, tók lut í einari stórari 1. mai-kravgongu í Moskva í dag. Fráfarandi forsetin og komandi forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, gekk undir liðini á Putin.

Sambært tíðindastovunum vóru meiri enn 100.000 fólk í kravgonguni, men sambært løgregluni vóru tey meiri enn 120.000. Sagt verður, at Putin og Medvedev tosaðu við fólk, og at summi mæltu teimum til ganga kravgongu 1. mai á hvørjum ári.

Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at teir russisku leiðararnir hava tikið lut í 1. mai-haldinum, men í teirri gomlu sovjettíðini var dagurin ein av teimum stóru hátíðardøgunum, og tá vóru leiðararnir við.

Vladimir Putin tekur við forsetaembætinum tann 7. mai, og tá tekur Dmitrij Medvedev við sum forsætisráðharri. Putin var eisini forseti frá 2000 til 2008.