Putin og Chavez í kjarnorkusamstarv

Rusland ætlar í kjarnorkusamstarv við Venuzuela, segði Vladimir Putin eftir fundin við Hugo Chavez í dag, skrivar Politiken. ?Vit eru tilreiðar at kanna møguleikarnar fyri kjarnorkusamarbeiðið?, segði Putin eftir fundin við Hugo Chavez.

Teir báðir hittust fyri at tosað um møguleikarnar, at økja tað hernaðarliga og fíggjarliga samarbeiðið landana millum.

Fyri stutt síðan hava russar styrkt sambandið við Suður-Amerikanska landið, við at senda hernaðarflogfør og herskip til Venuzuela. Chavez-stýrið er ein góður kundi hjá russiska vápnahandlinum, teir hava síðani 2005 fingið milliardasáttmálar frá Venezuela.

Fundurin millum Putin og Chavez verður hildin, júst meðan kreppa er í vinarlagnum millum USA og Rusland. USA hevur verið sera atfinningarsamt móti russum, síðan innrásina í Georgien. Støðan fer neyvan at batna, nú russar bjóða Hugo Chavez samarbeiðið um kjarnorku.