Í Russlandi hevur dagblaðið Rossiiskaya Gazeta prentað eina valgrein hjá Vladimir Putin, forsætisráðharra, og sum skilst er hetta hansara sætta valgrein upp undir forsetavalið, sum verður tann 4. mars.
Í greinini greiðir Putin lesarunum frá, at hann og stjórnin hava stórar ætlanir um at menna ta russisku hermegina. Hann skrivar, at tey næstu átta árini skal Russland hava 400 langtberandi rakettir afturat, átta kavbátar við kjarnorkuvápnum, 20 aðrar kavbátar, meiri enn 600 stríðsflogfør og 28 verjuskipanir, sum kunnu flytast úr einum stað í annað.
Prísurin verður sambært forsætisráðharranum tað, sum svarar til 773 milliardir amerikanskar dollarar.









