Putin lovar óavmarkaðan hernaðarligan stuðul

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er til reiðar at geva vápnaðu deildunum alt, sum teær ynskja hernaðarlig endamál í Ukraina.

 

Í eini røðu fyri verjustjórum í Moskva segði Putin í dag, at tað ikki eru nakarar fíggjarligar avmarkingar fyri, hvat stjórnin kann geva herinum.

Her legði hann dent á, at russisku hypersonisku Sarmkat-rakettirnar eru til reiðar at verða settar inn í kríggið í nærmastu framtíð. Kend sum Satan II.

– Russlandi fer eisini framyvir at fyrireika stríðstilbúgvingina til kjarnrokustyrki, segði hann í røðuni sambært AFPø

Russlandi gjørdi innrás í Ukraina 24. februar. Tað hendi við pástandum um, at tað var ein »nýnazistisk juntastjórn« í landinum. Síðani hevur landið liðið stór tap.

/ritzau/Reuters