Putin krevur russiskt svar

Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, heldur, at Russland eigur at menna nýggj álopsvápn fyri at standa ímóti amerikonsku ætlanini um eina rakettverju. Á einari vitjan har eysturi í landinum segði Putin við tíðindastovuna Itar-Tass, at Russland eigur ikki at fáa sær eina rakettverju eins og amerikanararnir, men at russar heldur eiga at menna nýggj álopsvápn, tí tað er neyðugt fyri at varðveita javnvágina ímillum álop og verju.

Fær amerikanska rakettverjuætlanin einki svar, kunnu amerikanararnir liva og láta, sum teimum lystir, segði russiski forsætisráðharrin sambært Itar-Tass.