Putin kanska aftur

Russiski forsætisráðharrin, Vladímír Putin, sigur seg nú vera til reiðar at umhugsa at stilla upp til forsetavalið í 2012, tá forsetaskeiðið hjá Dmitri Medvedev rennur út.

Í einari spurnarsending í russiska sjónvarpinum vildi ein av hyggjarunum hava at vita, um Putin ætlaði sær at stilla upp til forseta í 2012. Putin svaraði, at hann ætlaði sær at hugsa um tað, og at enn var góð tíð til at taka støðu.

Putin var forseti frá 2002 til 2008, tá hann gjørdist forsætisráðharri. Kortini verður hildið, at hann hevur meiri at siga í Russlandi enn Medvedev, forseti.