Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, játtaði í dag at stilla upp fyri stjórnarflokkin Sameint Russland á forsetavalinum, sum verður tann 4. mars næsta ár.
-Eg eri takksamur fyri, at Dmitrij Medvedev, forseti, og Sameint Russland hava gjørt av at stilla meg upp til forsetavalið, og eg taki sjálvandi av tilboðnum, segði Putin á ársfundi hjá stjórnarflokkinum í Moskva í dag.
Avgerðin kemur ikki óvart á nakran, tí longu í september kom fram, at Putin var farin at fyrireika seg til at taka við forsetaembætinum aftur næsta ár.
Tá Putin verður forseti, tekur Medvedev við sum forsætisráðharri. Sostatt skifta teir báðir um starv.