Í dokumentarsending, sum BBC sendir í kvøld, sigur Boris Johnson, at Vladimir Putin í telefonsamrøðu teirra millum nakrar dagar fyri innrásina hótti við at senda eina rakett eftir honum.

- Putin hótti við at senda eina rakett eftir mær

- Boris, eg vil ikki skaða teg, men við einari rakett tekur tað bara ein minutt, sigur Boris Johnson um eina telefonsamrøðu, hann hevði við Vladimir Putin stutt fyri russisku innrásina í Ukraina.

 

 

Í dokumentarsending, sum BBC sendir í kvøld, sigur Boris Johnson, at Vladimir Putin í telefonsamrøðu teirra millum nakrar dagar fyri innrásina hótti við at senda eina rakett eftir honum.

Fyri russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar í fjør, hótti forseti Russlands, Vladimir Putin, við at senda eina rakett eftir Boris Johnson, sum tá var forsætisráðharri í Bretlandi.

 

Í einari dokumentarsending, sum BBC sendir í kvøld, sigur Boris Johnson, at Vladimir Putin bar hesa hóttan fram í einari telefonsamrøðu teirra millum nakrar dagar fyri innrásina.

 

Boris Johnson var ein av mongu ríkisleiðarunum, sum vitjaðu í Kyiv í einari roynd at ræða russar frá at leypa á Ukraina, samstundis sum leiðararnir vístu Ukraina sín stuðul.

 

Í sendingini í BBC sigur Boris Johnson soleiðis um telefonsamrøðuna millum hann og russiska forsetan:

 

- Ta einu løtuna hótti hann meg og segði: Boris, eg vil ikki skaða teg, men við einari rakett tekur tað bara ein minutt, sigur Boris Johnson um orðini hjá Vladimir Putin.

 

Sambært fyrrverandi bretska forsætisráðharranum var tónalagið hjá Vladimir Putin "avslappandi", tá hann bar fram hóttanina.

 

Boris Johnson sigur, at hann fyri russisku innrásina royndi at vissa russiska forsetan um, at Ukraina ikki fór at gerast limur í Nato uttan nakað víðari.

 

Og tá segði Vladimir Putin sambært fyrrverandi bretska forsetanum:

 

- Boris, tú sigur, at Ukraina ikki verður limur í Nato við tað fyrsta. Hvat merkir tað?

 

Og her svaraði Boris Jonhson russiska forsetanum sambært honum sjálvum soleiðis:

 

- Ukraina verður ikki partur av Nato í nærmastu framtíð. Tað veitst tú sera væl, segði fyrrverandi bretski forsætisráðharrin sambært dokumentarsendingini í BBC.

Boris Johnson sigur, at hann í telefonsamrøðuni eisini segði russiska forsetanum, at vesturheimurin fór at økja um sín stuðul til Ukraina, um Russland fór at gera seg inn á landið.

 

Hann vísti á, at hetta eisini fór at hava við sær "meira Nato" - og ikki "minni Nato" við landamørkini hjá Russlandi, eins og ein møgulig russisk innrás eisini fór at føra til hørð revsitiltøk úr vesturheiminum.

 

 

 

Í dokumentarsending, sum BBC sendir í kvøld, sigur Boris Johnson, at Vladimir Putin í telefonsamrøðu teirra millum nakrar dagar fyri innrásina hótti við at senda eina rakett eftir honum.