Tað sigur amerikanski forsetin, Joe Bieden, í dag á tíðindafundi í Hvítu Húsunum.
– Takið ikki feil, Putin hevur ábyrgdina fyri deyða Navalnyj, sigur hann.
Forsetin verður á tíðindafundinum spurdur, um talan er um sníkimorð. Til tað sigur Biden, at tey enn ikki kenna umstøðurnar.
– Vit vita ikki, hvat ítøkiliga er hent, men tað er eingin ivi um, at deyði hansara skyldast Putin og bølmennum hansara, sigur Joe Biden.
##med2##












