Á tíðindafundi í Keypmannahavn seinnapartin duldi russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, ikki fyri, at hann og Russland halda lítið um NATO-átakið í Libya. -Tey søgdu, at tey ætlaðu sær ikki at beina fyri Muammar Gaddafi, men nú siga embætismenn, at tað verður roynt at gera av við hann. Hvør hevur givið teimum loyvi til tess? Hava vit havt nakað rættarmál? Hvør hevur givið sær sjálvum rætt til at drepa hendan mannin, spurdi Putin á tíðindafundinum, sum hann helt saman við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra.
Í gjár bumbaðu NATO-flogfør ein bygning tætt við húsini hjá Gaddafi, og sambært libysku myndugleikunum var álopið ein roynd at beina fyri leiðaranum.
Verjumálaráðharrarnir í USA og Bretlandi, Robert Gates og Liam Fox, søgdu í dag, at høvuðsstøðin hjá Gaddafi er eitt lógligt álopsmál.










