Putin hóttir við hevnd

Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, segði í dag, at myndugleikarnir fara at hevna sjálvmorðsatsóknina at Domodedovo-floghavnini í Moskva.

-Tað slepst ikki undan at svara hesum, segði forsætisráðharrin, tá hann vitjaði eitt sjúkrahús, sum viðger fleiri av teimum umleið 130, sum vórðu særd av spreingingini.

Fyrr hevur Dmitrij Medvedev, forseti, sagt, at myndugleikarnir fara at finna tilhaldsstøðini hjá teimum, sum skipaðu fyri atsóknini, og at tey verða útruddað. Men forsetin hevur samstundis sagt, at leiðslan í Domodedovo-floghavnini má átaka sær sín part av ábyrgdini av tí, sum hendi, tí trygdin sveik.

Russisku myndugleikarnir siga, at tað eru fólk við tilknýti til tann norðara partin av Kaukasus, sum skipaðu fyri atsóknini. Tað sama siga teir flestu greinararnir, skrivar AFP.