Putin: Friður verður í Ukraina tá Russland røkkur málum sínum

Meðan kjak er um stuðul frá vesturheiminum til Ukraina, kemur russiski forsetin við fleiri treytum fyri friði

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, í árligu sjónvarpssendingini »Beinleiðis Linjan«. - Foto: Alexander Zemlianichenko/Ritzau Scanpix

Tað verður friður í Ukraina, tá Russlans hevur rokkið málum sínum.

Tað eru boðini frá russiska forsetanum, Vlademir Putin, undir sjónvarpssendingini »Beinleiðis Linjan« í dag, har forsetin svarar upp á útvaldar spurningar.

Hann leggur dent á, at »avnazifisering«, »avmillitarisering« og ein »uttanveltað støða« fyri Ukraina framvegis eru málini og leggur so afturat sambært tíðindastovuni Reuters:

– Friður verður, tá vit hava rokkið málum okkara.

»Avnazifisering« er eitt leyst definerað hugtak, sum Putin støðugt hevur víst til undir innrásini – og sum tey sum kom undan holocaust sambært tíðindastovuni AFP fordøma. Tað snýr seg um ákærur um nýnazistiska ávirkan á ukrainsku stjórnina, sum Vesturheimurin og Ukrana vísa aftur.

Útsøgnin hjá Putin verður borin frá á einum vanligum árligum, tímalongum tíðindafundi, sum verður sendur í sjónvarpi. Forsetin svara spurningum frá bæði journalistum og hyggjarum.

Hann leggur dent á sambært tíðindastovuni Reuters, at annaðhvørt verður ein friðaravtala – ella eisini má Russland røkka eini loysn við valdi.

Putin viðmerkir, at tað sær út til, at stuðul frá útlandinum til Ukraina er við at ganga undan.

Tíðindafundurin er, meðan bæði USA og ES kjakast um stuðul til Ukraina. Samstundis eru fleiri boð komin um vantandi framgongd í hernaðarátøkunum hjá Ukraina.

Frá Putin eru boðini í dag sambært tíðindastovuni AFP, at Russland framvegis er ført fyri at flyta seg »framá«.

– Tað er nóg mikið fyri okkum, at vit ikki bara kenna okkum sjálvtrygg, men eisini flyta okkum framá, sigur Putin sambært AFP.

Hann sigur, at landsins styrkir eru, at russiska samfelagið stendur saman, at tað er »úthaldni í fíggjarligu skipanini«, og at »møguleikarnir hjá herinum økjast«.

Sambært vesturheiminum er myndin knapt so einsíðug. USA er júst kom við eini eting, sum sigur, at innrásin setir russiska búskapin undir trýst. Russiski búskapurin hevði verið fimm prosent hægri uttan kríggj, er niðurstøðan.

Somuleiðis ljóðar úr USA, at talið av russiskum deyðum ella særdum hermonnum er upp á 315.000.

Tað er bara ein vika síðani, at Putin boðaði frá, at hann stillar uppaftur til forsetavalið næsta ár.

Konseptið »Beinleiðis Linjan« við Putin byrjaði í 2001 og hevur verið hvørja ferð við fáum undantøkum síðani tá.

Tað er ein tilrættisløgd sjónvarpssending, har hyggjarar kunnu ringja inn.

Í fjør varð tiltakið avlýst eftir vánaligu russisku úrslitini á vígvøllinum í Ukraina. Tá tóku ukrainskar deildir aftur øki í eystara og syðra parti av landinum.

/ritzau/

 

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, í árligu sjónvarpssendingini »Beinleiðis Linjan«. - Foto: Alexander Zemlianichenko/Ritzau Scanpix