NATO-aðalskrivarin, Jaap de Hoop Scheffer, hevur boðið Vladimir Putin, forseta á toppfund hjá samgonguni Russiski forsetin er boðin á NATO-toppfund í Bukarest fyrst í apríl.
Tekur Putin av innbjóðingini, er tað fyrstu ferð síðani 1992, at ein russiskur leiðari er á toppfundi hjá NATO.
Ein talsmaður hjá NATO sigur, at russiski forsetin hevur ikki svarað innbjóðingini enn.
Russland og NATO eru í løtuni ósamd um framtíðina hjá Kosovo og amerikonsku rakettverjuætlanina.