Putin fer úr flokkinum

Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, sum herfyri varð valdur til forseta, segði seg í gjár úr flokkinum Sameint Russland, sum hann sjálvur stovnaði í síni tíð. Nýggjur floksleiðari er fráfarandi forsetin og komandi forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev.

Putin hevur verið formaður í flokkinum tey seinastu fýra árini, men eygleiðarar siga, at hann hevur ikki verið serliga virkin sum floksleiðari. Í hesum tíðarskeiði hevur flokkurin eisini mist nógvar veljarar, hóast Putin sjálvur er væl umtóktur enn.

-Tað er vorðið siður, at forseti landsins er ikki limur í nøkrum flokki. Stýrisskipanin loyvir forsetanum at vera í einum politiskum flokki, men forsetin eigur at vera miðsavnandi fyri allar flokkar, segði Putin á fundi í flokkinum í gjár. Samstundis boðaði hann frá, at Medvedev tekur við formansstarvinum tann 7. mai. Sama dag tekur Putin við sum forseti, og Medvedev verður forsætisráðharri.