Hermenn úr privata Wagner-bólkinum Myndir: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix

Putin fer at halda lyftini hann lovaði Wagner

– Russiska samfelagið er tryggjað eftir uppreisturin leygardagin, sigur Putin í eini sjónvarpsrøðu til tjóðina

Hermenn úr privata Wagner-bólkinum Myndir: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix

– Eg fari at halda lyftini, eg havi lovað teimum í Wagner bólkinum, sum fara til Hvítarusslands, segði Vladimir Putin forseti í sjónvarprøðu í kvøld.

 

– Russiska samfelagið er tryggað eftir uppreisturin leygardagin, segði Putin í eini røðu, sum russiskir miðlar frammanundan høvdu sagt fór at innihalda »fleiri týdningarmiklar fráboðanir«.

 

Russiski leiðarin takkar fólkinum fyri patriotismuna undir uppreistrinum og sigur, at uppreisturin hjá Wagner bólkinum undir øllum umstøðum hevði verið niðurbardur.

 

– Eg gav boð um, at blóð skuldi ikki flóta, sigur Putin víðari og leggur afturat, at »Vesturheimurin og Ukraina ynskut, at russarar fóru undir at drepa hvønnan«.

 

Hermenn úr privata Wagner-bólkinum Myndir: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix