Her er bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Hann heldur, at ukrainar eru í einari truplari støðu, tí russiski forsetin er óútrokniligur.

Putin er sum ein krokodilla

- Hvussu kanst tú samráðast við ein mann, sum hevur annan fótin hjá tær í kjaftinum, spyr bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson.

Her er bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Hann heldur, at ukrainar eru í einari truplari støðu, tí russiski forsetin er óútrokniligur.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, ávaraði í dag Ukraina um, at friðarsamráðingar við Russland kunnu gerast avbjóðandi, tí hann heldur, at russiski forsetin er óútrokniligur.

 

- At samráðast við Vladimir Putin er sum at handfara eina krokodillu, sigur Boris Johnson.

 

Bretski forsætisráðharrin sigur, at russiski forsetin hevur gjørt greitt, at hann ynskir at taka meira burtur av ukrainskum landaøki.

 

- Russiski forsetin kann nær tað skal verða byrja nýggj álop á høvuðsstaðin, Kyiv, sigur bretski forsætisráðharrin.

 

Boris Johnson spyr, hvussu nakar kann samráðast við eina krokodillu, sum hevur annan fótin hjá tær í kjaftinum, sum hann tekur til.

 

- Ukrainar eru í einari truplari støðu, segði bretski forsætisráðharrin við tíðindafólk í einum flogfari á veg til India, har hann skal vitja í tveir dagar.

 

 

 

Her er bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Hann heldur, at ukrainar eru í einari truplari støðu, tí russiski forsetin er óútrokniligur.