Putin er ikki farin frá konuni

Russiski forsetin avsannar blaðskriving um, at hann og konan eru skild, og at hann skal hava funnið sær eina aðra -Tað er ikki minsti sannleiki í hasum, segði Vladimir Putin, tá hann í gjár bleiv spurdur, um hann og konan eru skild, og um hann hevur funnið sær eina aðra.

Upprunin til spurningin er ein grein í einum russiskum blaði í gjár. Har stóð, at Putin og konan eru skild í loydnum, og at forsetin hevur funnið sær eina 24 ára gamla fimleikakvinnu ístaðin fyri.

Ritzau skrivar, at blaðið, sum bar tíðindini um hjúnarskilnaðin hjá Putin og núggju unnustu hansara, er stongt. Alment verður sagt, at blaðið er stongt fyribils, tí tað skal hava annað snið.