Putin er bundin av at kríggið heldur fram

- Eg trúgvi ikki, at stjórnin hjá Vladimir Putin yvirlivir ein ósigur, og tískil er forsetin bundin av, at kríggið heldur fram, sigur norskur viðmerkjari.

Tað er eitt ár í dag, síðan Russland leyp á Ukraina, og fyribils eru eingi tekin um, at kríggið tekur nakran enda í nærmastu framtíð.

 

Fleiri lond hava sett í verk revsitiltøk móti Russlandi. Hetta eru tiltøk, sum ætlandi skulu raka landið á ymiskum økjum, bæði búskaparliga og sum eisini skulu raka fólk, ið standa forseta landsins nær. 

 

Viðmerkjarin hjá norska Dagbladet, Morten Strand, heldur, at tað verða mongu deyðu russisku hermenninir, sum fara at hava størstu ávirkanina á russiska fólkið og soleiðis eisini á stjórnarleiðsluna hjá Vladimir Putin.

 

Hann heldur, at áðrenn búskarligu revsitiltøkini fara at raka fólkið, verða tað mongu heimsendu líkini av russiskum hermonnum, sum fara at hava eina enn størri ávirkan.

 

Viðmerkjarin heldur, at stóra sorgin í russisku familjunum yvir falnar menn, brøður og synir við tíðini kann fara at broyta russisku fólkahugsanina.

 

- Syrgjandi møður hava sítt rættargildi - ella sín legitimitet - í øllum mentanum, og tær eru ikki lættar at steðga, sigur Morten Strand.

 

Hann heldur eisini, at revsitiltøkini kunnu gera mun, um tey raka fólk, sum standa forsetanum nær og hesi fara at halda, at neyðugt er at reka forsetan frá valdinum.

 

Sundurlyndið, sum Vladimir Putin hevði væntað at sæð í stuðlinum hjá vesturheiminum til Ukraina, er ikki í eygsjón, men líkt er til, at forsetin framvegis droymir um hetta.

 

Morten Strand heldur, at Russland skal verða fyri fleiri stórum ósigrum í krígnum, áðrenn Vladimir Putin broytir hugsan.

 

- Eg trúgvi ikki, at stjórnin hjá forsetanum yvirlivir ein ósigur, og tískil er Vladimir Putin bundin av, at kríggið heldur fram fyri at kunna varðveita sítt vald, sigur viðmerkjarin hjá norska Dagbladet.