Putin bannar sølu til lond við príslofti á russiska olju

ES, USA og onnur lond í vesturheiminum hava ásett prísloft á russiska olju. Nú svarar Russland aftur við fyriskipan

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur í dag skrivað undir eina fyriskipan, sum bannar sølu av russiskari olju og oljuúrdráttum til lond, sum hava sett prísloft á russiska olju.

ES hevur í desember samtykt eitt prísloft á russiska olju, soleiðis at ein tunna hægst kann kosta 60 dollarar.

Hesum taka USA og onnur lond í Vesturheiminum undir við. Endamálið er at forða Russlandi í at tjena nógv upp á oljusøluna, sum kann fíggja landsins kríggj í Ukraina.

Fyriskipanin hjá Putin kemur í gildi 1. februar og varar í fimm mánaðir, skrivar Reuters.

/ritzau/