Putin bað um samanhald

Russiski forsetin, Vladimir Putin, nýtti í síni nýggjársrøðu høvið til at eggja russum til at standa saman. Hann segði, at menning og lagna landsins er tengd at ágrýtni og arbeiði, samanhaldi og ábyrgd.

-Standa vit saman, kunnu vit, tað russiska fólkið, gera framstig, basa øllum avbjóðingum, loysa tær truplastu uppgávurnar, byggja eitt sterkt og nútímans, vælhavandi og frítt samfelag, segði russiski forsetin í røðuni.

Annars byrjaði andstøðan tað nýggja árið við einum tiltaki í Moskva, men av tí at andstøðan ikki hevði fingið loyvi til at skipa fyri tiltakinum, legði løgreglan uppí. Miðbýurin varð avbyrgdur, og tann vinstrasinnaði politikarin og rithøvundurin Eduard Limonov bleiv tikin, skrivar AFP.