Putin bíðaði til fánýtis

Russiski forsetin, Vladimir Putin, var boðin at hyggja, tá russiski herflotin skuldi skjóta tvær stórar rakettir týsdagin. Putin bíðaði í torninum á einum kavbáti, men har kom eingin rakett

Venjing
Árni Joensen
fartekst@mail.dk

Seinastu dagarnar hevur russiski Norðurflotin havt eina stóra venjing í Barentshavinum, og týsdagin var Vladimir Putin, forseti, boðin at hyggja, tí ein kavbátur skuldi skjóta tvær stórar rakettir, sum kunnu løðast við kjarnorkuvápnum.
Forsetin stóð í torninum á einum øðrum kavbáti saman við fleiri av teimum ovastu leiðarunum í russiaka flotanum. Men einki hendi, tá menn trýstu á knøttarnar. Hvørki tann fyrra ella tann seinna rakettin fóru uppfrá.
Tað er ikki komið fram, hvat forsetin helt um avrikið, men seinasta hósdag segði hann, at herflotavenjingin var týdningarmikil, tí hon skuldi vísa umheiminum, at russiska hermegin er ein týðandi partur av landsins trygdarpolitikki.