Putin avmarkar rættin til mótmælistiltøk

Nú avmarkar russiski forsetin møguleikarnar hjá russiska fólkinum at skipa fyri mótmælistiltøkum í landinum.

Í gjár undirskrivaði russiski forsetin, Vladimir Putin, eina nýggja lóg, sum ger tað truplari hjá landsins íbúgvum at skipa fyri mótmælisfundum.

 

Sambært CNN verður tað ólógligt at skipa fyri mótmælistiltøkum við umsitingarbygningar, hægri lærustovnar, skúlar, nærindis kirkjum, flogvallum, tokstøðum og ymsa aðrastaðni.

 

CNN endurgevur russisku tíðndastovuna, RIA, sum ber hesi tíðindi.

 

Lógin, sum skerpar møguleikarnar hjá russiska fólkinum at mótmæla, var ein av 50 lógum, sum Vladimir Putin undirskrivaði í gjár, veit tíðindastovan CNN at siga.