Russland fer bjóða nýggja árinum vælkomið við fleiri málum á hernaðarlig mál í grannalandinum Ukraina.
Soleiðis sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, sum í dag ávarar um »herðing« av krígnum.
Tað ger hann undir eini vitjan hjá særdum russiskum hermonnum á einum russiskum hernaðarsjúkrahúsi.
– Vit fara at herða álopini. Eingin brotsgerð ímóti mannaættini skal vera órevsað, sigur Putin.
Boðini frá russiska forsetanum koma, tveir dagar eftir at russiski stórbýurin Belgorod varð raktur av einum ukrainskum álopi, sum kostaði 25 fólkum lívið.
– Tað, sum hendi í Belgorod, var ein yvirgangsatsókn, sigur Putin.
Undir vitjaini á sjúkrahúsinum sigur Putin, at ukrainsku deildirnar raktu Belgorod »beint í miðbýin, har fólk gingu út undan nýggjársaftan«, og hann pástendur, at ukrainar »við vilja raktu sivilfólk«.
Dagin fyri ukrainska álopið á Belgorod, var tað Ukraina sjálvt, sum var mál fyri einum stórum álopið. Fríggjadagin framdi Russland eitt umfatandi álop ímóti fleiri ukrainskum býum.
Bara í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kyiv, doyðu 28 fólk. Tað var tað álopið á býin, sum hevur kravt flest mannalív síðani kríggið byrjaði í 2022.
39 fólk doyðu í russisku álopunum fríggjadagin, og tí hevur nýggjársdagur verið tjóðarligur syrgidagur í Ukraina.
Ársins síðsta kvøld kláraði ukranski herurin at skjóta niður eitt »metstórt« dronuálop, sum Russland framdi, hevur loftvápnið í Ukraina upplýst í dag.
Sambært loftvápninum sendi Russland 90 iransktframleiddar Shahed-dronur móti ukrainskum málum, harav 87 vóru oyðilagdar.
Ein elle fleiri av hinum dronunum drupu tveir persónar í Sumy-økinum í landnyrðingspartinum av landinum. Og nýggjársdag doyðu tvey fólk í ávikavist Odesa-økinum í syðra Ukraina og í Kherson, upplýsir Ukraina.
/ritzau/AFP









