Fongslaði russiski stjórnaratfinnarin Aleksej Navalnyj er í eini revsilegu í arktiska partinum av norðara Russlandi.
Tað skrivar talskvinna hansara, Kira Jarmysj, í dag á sosiala miðlinum X.
Advokaturin hjá Navalnyj hevur sæð hann í dag, sigur hon víðari.
– Aleksej hevur tað gott, skrivar Jarmysh.
Seinastu vikurnar hevur ivi verið um, hvar hann er.
Leygardagin vísta USA sína stúran fyri Navalnyj, sum verður hildin at vera mest eyðsýndi mótstøðumaðurin hjá Vlademir Putin.
– Vit mæla aftur til, at hann verður latin leysur alt fyri eitt, og at framhaldandi kúgingin av óheftum atkvøðum í Russlandi steðgar, skrivaði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, á sosiala miðlinum X.
Navalnyj almannakunngjørdi í 2016 at hann stillaði upp til forsetavalið í 2018, men slapp ikki at stilla upp, tí hann er dømdur fyri politiskt motivera svik.
Í august í 2020 varð hann í lívsvanda av at vera eitraður, sum hann leggur Putin-stýrið at hava framt.
Eftir viðverð í fleiri mánaðir á einum týskum sjúkrahúsi vendi hann aftur til Moskva og varð beint eftir tða fongslaður.
/ritzau/