Russiski andstøðupolitikarin Aleksje Navalnyj er í dag leyslatin eftir at hava sitið í 30 dagar í fongsli.
Tað upplýsir talskvinnan hjá honum á Twitter.
Navalnyj er kendasti andstøðupolitikari í Russlandi. Hann hevur verið í fongsli fleiri ferðir.
Hann varð fongslaður í síðsta mánaði fyri at bróta russisku lógirnar fyri mótmælisgongur.
Hann hevði heitt á fólk um at fara á gøturnar í miðbýnum í Moskva fyri at mótmæla, at fleiri valevni úr andstøðuni ikki sleppa at stilla upp til eitt lokalval, sum verður í næsta mánaði.
Navalnyj hevur ofta vent sínum atfinningum beinleiðis ímóti Vladimir Putin, sum hann leggur undir at misnýta vald sítt.
/ritzau/Reuters