Nakrir fjepparar hjá kvinnubólkinum Pussy Riot vórðu í dag handtiknir uttan fyri Kristus Frelsarakirkjuna í Moskva. Eygnavitni siga, at fjeppararnir høvdu gekkaskort fyri andlitið og vóru í litríkum klæðum, og at tey gingu við einum skelti, sum segði frá, at tey stuðla teimum trimum Pussy Riot-limunum, sum sita í fongsli.
Løgreglan kom alt fyri eitt á staðið og rak fjeppararnar burtur. Eygnavitni siga, at løgreglan fór harðliga fram, og at hon tók nakrar av fjepparunum.
Tær tríggjar genturnar úr Pussy Riot kunnu fáa trý ára fongsul, um tær verða dømdar sambært ákæruritinum, sum sigur, at tær hava eggjað til átrúnaðarligt hatur. Dómur fellur fríggjadagin.