Pushari varðhaldsfongslaður

Ein maður, sum løgreglan kallar pushara og bakmann, er í dag varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Maðurin er vælkendur av løgregluni, og varð tikin seinast í oktobr í fjør, tá hann smuglaði 150 gramm av hassj og fýra gramm av amfetamin inn í landið.

Hann varð kortini leyslatin tá, men var handtikin aftur í gjárkvøldið, tá løgreglan gjørdi húsarannsókn hjá manninum, sum býr í Klaksvík.

Løgreglan sigur, at teir funnu evnið rohypnol, sum verður brúkt í sambandi við drug rape (gentan verður doyvd og neyðtikin), seks gramm av amfetamin og 20 gramm av ymiskum øðrum sterkum rúsevnum.

Løgreglan hevur eisini illgruna um, at maðurin, sum er fyrst í 50-unum, hevur latið ungum gentum rúsevni aftur fyri sex.

Orsakað av víðari kanning av málinum, ið sum skilst telur persónar, sum enn ikki eru handtiknir, valdi dómarin at ganga ákæruvaldinum á møti og læsa hurðarnar.

Dómarin gekk ákæranum á møti og varðhaldsfongslaði mannin í 14 dagar í isolatión. Ákærdi tók við varðhaldsfongslingini.