Purruterta

Mín besta uppskrift er nýggjur táttur í Vikuskiftis Sosialinum. Send tína bestu uppskrift inn, og vinn gávukort álóðandi 300 krónur frá Thomas Dam.
Hesuferð hevur Maria Jacobsen sent sína uppskrift uppá purrutertu.

Botnur

300 gr av mjøli

200 gr av margarini

ca 1 1/4 dl av vatni

Hetta skal eltast saman og setast í køliskápið í ein tíma.


Sós

25 gr av margarini

2 spsk av mjøli

3 dl buljong

1 egg


Fylla

100-200 gr av skinkubitum

2 purrur

2-4 gularøtur

1 leyk


Smelta margarinið í eini grýtu, koyr mjølið í, stoyt so buljong í so við og við, meðan tú rørir og koyr umleið helvtina av egginum í . Restin skal brúkast at pensla við.

Blanda skinkubitarnir í sósina.

Sker purrur, gularøtir og leyk smátt og svitsa tað á pannuni.

Rulla deiggið út og koyr tað í ein rundan tertuform. Lat eitt sindur verða eftur til at leggja omaná tertuna. Stoyt sósina við skinku omanyvir, síðan purrur, gularøtur og leyk.

Flætta restina av deigginum omanyvir og pensla við egginum.


Baka niðast í ovninum í 45 minuttir á 200 hitastigum.


Bjóða eina fríska skál av salati afturvið.