Purraðu fólk í Gøtu og Leirvík út í morgun

Ultras roynir at fáa fólkið í Gøtu og í Leirvík í tað rætta lagið longu frá morgunstundini

Í dag er stóri fótbóltsdagurin í Føroyum.

Tað er nevniliga í dag, at tann stóri finaludagurin er í fótbólti og ikki minst eru tey í Gøtu og Leirvík spent.

Lið teirra, Víkingur, er nevniliga annað liðið í mansfinaluni og longu frá morgunstundini hava tey roynt at leggja botn til eina stóra fótbóltsveitslu.

 

Fyri at fáa fólk í tað rætta fóltslagið beinanvegin, hevur fjepparafelagið hjá Víkingi, Ultras, koyrt runt í bygdunum báðum og purra fólk út við floytum, sangi og víkingafløggum.

 

Ein tann ídnasti víkingafjepparin av øllum, Per Martin Gregersen, sum lesur í Danmark, er komin heim at stuðla Víkingi í dag og hann sigur við in.fo, at fjepparafelagið fer at gera alt tey kunnu, fyri at fáa gøtufólk og leirvíkingar upp í høgsta fótbólts-snúningar longu frá morgunstundini og ein liður í hesum var at purra fólk út í morgun við sangi, floytum og fløggum. 

 

Og hann vónar fólkið í Eysturkommunu fer á Tórsvølll í dag so at Víkingur aftur kann vera steypavinnari.

Fólkið tóku væl ímóti óvæntaðu útpurringini í morgun og komu út á altanin og út í tún at vinka og práta.

 

Síggj fleiri myndir við at trýsta HER