Punkur og vísusangur á Asfalt

9 av nøvnunum, ið skulu spæla á Asfalt í summar eru higartil avdúkaði, í dag lat heimasíðan hjá Asfalt upp og á henni vóru trý nøvn afturat avdúkaði.


Føroya besti bólkur 200 og trubadururin Stanley Samuelsen verða millum nøvnini, ið fara at spæla á stóra tónleikatiltakinum í Havn í summar, hetta vátta fyrireikararnir á heimasíðuni www.asfalt.fo, ið varð almanna kunngjørd í dag.  Somuleiðis varð tað endiliga váttað, at Poppkorn spælir á tiltakinum, hetta skrivaðu vit fyri hálvu aðrari viku síðan.
 
Listin er sostatt 200, Annika Hoydal, Isadora & The Rebels, Kamarkórið,  Kári Sverrisson, Lena, Makrel, Marius, Poppkorn, Pætur við Keldu, Side Effect, Skunk og Stanley Samuelsen er listin av nøvnum, ið liggur á heimasíðuni www.asfalt.fo. Aðrastaðni í blaðnum avdúka vit, at eisini Safir fer á pallin á Asfalt. So talan er higartil um 13 av teimum 70 bólkunum, og komandi vikurnar fara enn fleiri nøvn at verða avdúkaði á heimasíðini.
 
Fløguaktuellir 200
Við eini fløgu á topp 10 listanum yvir seldar fløgur í 2005, einum lagi 9 vikur ovast á 15 teimum bestum, framúrskarandi konsertum á AME, á MjúS, á G!, á íslendska Airwaves, í Vega í Keypmannahavn, í SMS, á Faroe Expo og í spælistøðum kring allar Føroyar hevur seinasta árið verið eitt fantastisk ár fyri 200.  Tí var tað ikki uttan orsøk at bólkurin varð valdur ársins bólkur 2005 á Planet Awards.
Rokkenda punk trioin kom fram í sambandi við upptøkurnar av Rock í Føroyum 2 í 1997. Teir spældu tá antipopp á føroyskum, tað flutti seg síðan til fullveldispunk á fyrstu fløguni 200% í 2001. Onnur fløgan Viva La Republica tekur tráin upp eftir 200%, men er heldur meira rokkkend enn fyrra fløgan, og tekstirnir eru enn meira argandi.  Tað verður tí sera spennandi at vita hvat nýggja fløgan, ið bólkurin í næstum fer at taka upp, fer at hava at bjóða. Tað verður í øllum førum 200 við nýggjum og spennandi løgum, ið fer á pallin á Asfalt.
Teir eru allir tríggir framúr góðir tónleikarar, sum við sínum pappmasjefokkjúfingri leggja eftir øllum, sum teir halda vera skeivt.
 
Sangarin Stanley
Stanley Samuelsen hevur á tveimum fløgum spælt á hjartastreingirnar hjá føroyingum. Hann hevur verið trubadurur í nógv ár og hevur serliga í Danmark ferðast nógv við sínum sangi og gittara. Hann er ein framúr góður undirhaldari, hetta hevur hann víst á nógvum konsertum, har hann syngur egin løg og tolkar vísur hjá øðrum meistarliga. Tað er serlig songrøddin hjá Stanley, ið er so sannførandi. Hon er sera egin, og sera góð. Hann fortelur søgur við sínum sangi, og tú kennir teg noyddan til at trúgva honum.
Fyrra fløgan hjá Stanley Um eg kundi kvøðið, gjørdist fólkaogn serliga orsakað av tittullagnum, ið er ein óvanliga vøkur útgáva av yrkingini hjá Janusi Djurhuus. Lagið gjørdist ein sonn landaplága, og er enn  javnan at hoyra í føroyskum útvarpi. Í fjør kom so onnur fløgan út, Sól og Regn. Eisini hon hevur vunnið nógv hjørtu í Føroyum.
 
Asfalt vil menna tónleikin
Á heimsíðuni verður kunnað um tónleikatiltakið og ymiskt sum fer at henda í samband við asfalt.
 
Tað ber eisini til at kjakast á heimasíðuni.Asfalt hevur sum endamál at stuðla undir menningina av føroyskum tónleiki, tí er ætlanin at kjaksíðan skal verða eitt forum, har kjakast verður um, hvat skal til fyri at menna føroyskan tónleik, hvørji átøk, karmar osfr. eru neyðug, um føroyskur tónleikur áhalandi skal menna seg. Øll eru vælkomin at siga sína hugsan á www.asfalt.fo
 
Heimasíðuna hjá asfalt hevur <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Petur Hansen sni?givi?&quot;$?$end$!$Petur Hansen sniðgivið</st1:PersonName$?$end$!$ og gjørt.<BR>