Seinnapartin verður punktum sett fyri kappingarárið 2014. Undan 27. umfari eru allir spurningar svaraðir uttan, hvør skal vinna fjórða plássið. B36 bíðar eftir gullinum, HB fær silvurkrónur og Víkingur bronsu. NSÍ er favorittur at vinna síðsta atgongumerkið til europeiskan fótbólt, men eisini EB/Streymur og KÍ hava framvegis møguleika.
Tá ið B36 síðsta sunnudag tryggjaði sær FM heitið var talan um eitt av málríkastu umførunum í ár. 21 mál vórðu skorað í teimum fimm dystunum. Tríggjar ferðir áður i ár hevur tað verið eins málríkt. Í 5. umfari og í 9. umfari vórðu eisini skorað 21 mál. Málríkasta umfarið var tað 11., tá ið máltalið var 22.
Fýra tey seinastu árini hevur máltalið í seinasta umfari verið 20 ella fleiri. Í 2010 og 2011 22 mál, í 2012 20 mál og í fjør 23 mál.
At finaluumfarið er málríkt kemst ofta av, at niðurflytarar siga farvæl við bestu deildina við stórtapi. Bæði í fjør og í fyrraárið vann KÍ stórt á heimavølli ímóti niðurflytara – 7-1 á 07Vestur í fjør og 7-1 á FC Suðuroy í fyrraárið. Í 2010 vann NSÍ 9-1 á heimavølli ímóti B71.
27. umfar klokkan 14.00:
Víkingur-B68: Lars Müller
NSÍ-ÍF: Petur Reinert
EB/Streymur-KÍ: Eiler Rasmussen
B36-HB: Dagfinn Forná
AB-Skála: Páll Augustinussen
B36 61
HB 57
Víkingur 46
NSÍ 37
EB/Streymur 37
KÍ 36
ÍF 28
AB 25
B68 17
Skála 14
Hann er lágur í ættini, og tað verður roknað við fitt av vindi. Tíðliga seinnapartin verður tað turt, og sólin fer at kaga undan, men so verður tað ælaveður.










