Punktum sett í Paris-málinum

Dómurin, sum varð feldur í Føroya Rætti, staðfesti, at KÍ skal gjalda fyrrverandi venjaranum beint oman fyri hálva millión í endurgjaldi, rentum og sakarmálskostnaði. Tann dómin hevur KÍ góðtikið, og í gjár fekk felagið váttan fyri, at hetta eisini er góðtikið sum endalig avkláring frá Tony Paris. Úr KÍ verður sagt, at tey nú royna at troyta øll mið, soleiðis at peningurin, sum skal gjaldast, er tøkur til fríggjadagin í hesi vikuni. Bæði KÍ og Sp/f KÍ høvdu góð fíggjarlig úrslit í fjør, men fyri tað nógva fór hesin vinningur til at gjalda gamla skuld. Og tí vónar felagið, at tað eisini ber til at fáa nakað av peningi frá mongu góðu stuðlunum, sum altíð hava verið kring felagið.