PUNKTUM FINALE

Nærum 36 ár sum tænastumaður á Føroya Gjaldstovu – tey seinastu árini stjóri – gjørdu lívið spennandi, engasjerað, stuttligt

Av ávísum orsøkum, sum tóku støðið undan tí stuttliga, bað eg løgmann um at verða

loystur úr embætinum nakað fyri pensiónsaldur.

 

Men sálin var treiskari. Hon legði ikki frá sær. Rýmdi ikki úr samfelagnum. Væl vitandi,

at orðini skuldu vandast - ávís tagnarkylda lá á henni - vendi eg mær til fólk við drúgvum og

nógvum lesarabrøvum, næstan øll við tí endamáli at upplýsa fólk um ríkiskassans

blokkstuðul til okkara almenna húsarhald: almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið.

 

Hetta kendi eg sum mína skyldu, tí at sterkar, politiskar kreftir villleiddu – og villeiða framvegis - alt Føroya fólk við ósannindum og eyðmýkingum um, hvat blokkurin í roynd og veru var og er ætlaður til. Eg havi eftir førimuni roynt at greitt frá søguliga og lógrættarliga støðinum undir blokkinum, og hvussu óprofessionelt og mannminkandi hann hevur verið handfarin síðan 1. januar 2002.

 

Eg havi skrivað so skiftandi, nuanserað, at onkursvegna skuldi eydnast mær at fáa almennan dialog við politikarar og onnur ábyrgdarfólk almennari fyrisiting viðvíkjandi. Men so eiðasørt. Sum at sláa í eina dýnu. Tað kvetti ikki úr einum einasta einum.

 

Kann slíkt veruliga henda í framkomnum demokratium?

 

Í hesum døgum frætta vit, at tann høgi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum er í so ringum

standi, at hann her og nú má umvælast fyri 27 milliónir krónur, um hann ikki skal kondemnerast.

Hetta er tíverri ikki eindømi um órøkt av almennum ognum. Dømini eru mong.

 

Ætlanin var at gevast við skrivingini um blokkstuðulin, men lat hetta so vera punktum

finale:

 

Fyrisitingarliga og roknskaparliga umsitingin av ríkiskassans blokki til landskassan er frá

fyrsta degi í 1988 til dags dato óprofessionel við óheppnum avleiðingum. Í blokkinum eru upphæddir oyramerktar til rakstur og íløgur. Íløgur til sjúkrahúsverkið, ellis- og røktarheim, serforsorg og ymiska skúlabygging, samanlagdar umleið 19,2 milliónir árliga. Saman við restini av blokkinum fóru og fara upphæddirnar til íløgur í ”stóra pott”. Við øðrum orðum: hesin peningur varð ikki burturlagdur (goymdur) fyri at verða tøkur til tær skrásettu íløgurnar. Ein politisk avgerð?

Hesi árligu gjøld – ríkiskassans partur til bygging og umvæling av almennum ognum – eru

í meðal dagførd við 1,5 % um árið, so tað er ikki trupult at rokna út, hvussu nógv ríkiskassin

hevur goldið til íløgur í árunum 1988-2008. Her er talan um einar 300 til 400 milliónir krónur, sum ikki eru skrásettar í landskassans roknskapi.

 

Tá ið okkara trý sjúkrahús í stóran mun vórðu um- og útbygd í 1960-unum og 1970-unum, varð fíggingin avgreidd soleiðis: Fyrst legði ríkiskassin út allan byggikostnaðin, og so við og við varð helvtin (50%) av byggikostnaðinum umskipað til 25-ára lán (og styttri) úr ríkiskassanum. Hendan gjaldskipan var í samsvari við lógina um, at ríkiskassin og landskassin rinda hvør sína helvt av útreiðslunum viðvíkjandi sjúkrahúsunum í Føroyum. Og hendan lógin er framvegis í gildi.

 

Har ein skriðan er lopin…Í 2001 varð ”rótføroysk” avgerð tikin: Skerjið og niðurfrystið blokkin. Hesa ferð fór einki millum skins og hold. Nei, nú vórðu ótaldar millónir av almennum peningi tveittar á bláman, og tað, sum ikki fór á bláman, fekk eina comatilveru í permafrosti.

Hetta varð framt av einum landsstýri í politiskum rúsi við spildurnýggjum Sjálvstýrismálaráðharra og Oljumálaráðharra við øllum tí, sum slíkir kosta, og við góðkenning frá einum meiriluta á Føroya Løgtingi. Av hesum rúsi er peninganeyð vorðin ein veruleiki, sum pikkar upp á dyrnar hjá Almannaráðnum og Heilsumálaráðnum og, sum vituligt er, eisini aðra staðni í landsins húsarhaldi, eitt nú á skúlaøkinum.

 

Í árunum 1999 til 2003 brúktu Sjálvstýrismálaráðið (frá 2003 alias Løgmálaráðið) og Oljumálaráðið 168 milliónir av skattaborgaranna peningi. 1. januar 2004 hvurvu hesi bæði ráðini eins og sápubløðrur. Men hesi árini gjørdist nationalisman ein dýrur kleppur fyri tað føroyska fólkið: Tvey ráð fyri 168 milliónir og síðan 1. januar 2002 árlig burturbeining av 366 milliónum úr blokkinum. Fyri hesar risaupphæddir – 168 mió. + 7 ferðir 366 mió. – kundu vit nú í dag átt ein nýggjan studentaskula v.m., Føroya Mentanarhús til sjónleik, tónleik (Symfoniorkestur) og sang, nýggj berghol á Borðoynni og millum Trongisvág og Hvalba og heilsuverkið og almannaverkið í forsvarligari fíggjarlegu.

 

Í landskassans bókhaldi var ein konto, sum æt ”Útreiðslur viðvíkjandi Ríkishospitalinum”, fíggjað 100% úr ríkiskassanum (í blokkinum). Heitið á kontoini varð strikað og broytt til ”Serviðgerð uttanlands”, so skjótt og brátt tað nationalistiska landsstýrið kom í 1998, men fíggingin til Ríkishospitalið er framhaldandi í blokkinum – men í coma. Barnsligar fjákalótir, og lítil er barnsins uggi, má sigast.

 

Loksins takki øllum teimum, sum hava víst forstáilsi, givið mær herðaklapp, fyri tað, ið eg havi

skrivað um viðurskifti, sum eru týdningarmikil serliga fyri sjúk, gomul og tey, ið krevja

hjálp og umsorgan, tí tað eru júst teirra milliónir, okkara politikarar hava fingið í coma og bundið í permafrosti.