Punktgjald
Áhugafelagið hjá Elinnleggjarum í Tórshavn hevði hósdagin tíðindafund, har gjørt varð vart við sokallaða orku-og umhvørvispolitikkin í Føroyum, sum eftir øllum at døma liggur goymdur burtur í eini lítlari skuffu onkrastaðni langt vekk, og harvið als ikki er til fyri tann vanliga føroyingin.
Punktgjøld, ella luksusgjald, sum tað eisini verður kallað, er eitt gjald, ið verður lagt afturat el-lutum. 20% eyka verða løgd afturat tá brúkarin í Føroyum skal keypa sær eitt kuldaskáp, eina sentrifugu, uppvaskimaskinu og líknandi. Um tú ynskir tær eitt sjónvarp, videotól ella kassettuspælara, skalt tú hava í huga, at í prísinum tú ert tilreiðar at gjalda liggja 30% eyka.
Tað tykist ógvuliga løgið, at í einum samfelagi, har kuldaskáp, uppvaskimaskinur, sjónvarp, videotól og kassettuspælari er hvønnmansogn, skal vera sett eitt gjald á, ið verður kallað luksusgjald. Hvat er so luksus við nøkrum, sum øll eiga?
40% dýrari enn í Danmark
Áhugafelagið hjá Elinnleggjarum í Tórshavn hevur síðani 1996 arbeitt við at fáa punktgjaldið avtikið. Talan er um nógvar 17 vøruflokkar, sum áhugafelagið vil hava avtiknar, men um Fíggjarmálastýrið og Tollstovan ikki ganga hesum tilmæli á møti, mælir áhugafelagið til at taka punktgjaldið av lampum og ljósrørum. Føroyingar kunnu ikki so frægt sum keypa sær eitt stearinljós uttan 30% verða løgd afturat.
? Punktgjøldini hava við sær, at føroyingar velja heldur at keypa vøruna í Danmark og síðani "smuggla" hana inn til Føroya, sigur Rasmus Magnussen, formaður í Áhugafelagnum hjá Elinnleggjarum í Tórshavn.
? Men tað er heldur ikki so løgið, at føroyingar velja hesa loysnina, tí hví keypa eina lampu fyri 1700 krónur í Føroyum, tá tú hevði kunnað fingið hana fyri 1000 krónur í Danmark? Punktgjøldini eru ein leivd frá gamlari tíð, áðrenn mvg´ið kom.
Punktgjald til land, men ikki sjógv
Nógv dømi vórðu tikin fram um punktgjøldini, og nógv teirra kundu tykjast ikki sørt løgin. Um ein ljóskastari á kaiini lýsti út á sjógvin, var onki punktgjald á peruni, men um ljóskastarin varð snaraður 180 stig, soleiðis at hann nú lýsti inn ímóti landi, hevði peran kostað meira. Ert tú ein alifiskur fært tú ljós uttan punktgjald, men um tú ert ein kúgv, skal punktgjaldið leggjast afturat.
? Ein annar vansi við punktgjøldunum er, at el-handlar í Føroyum als ikki kunnu nýta donsk lýsingahefti. Tað kunnu til dømis búnýtishandlar gera, tí onki avgjald er á teirra vørum. Heldur ikki møbilhandlar hava avjglad á sínum vørum. Tú sleppur at sita uttan avgjald, men um tú skalt hava rætta belýsningin, skalt tú gjalda eyka, sigur Rasmus Magnussen.
Kunnu spara milliónir
Eitt lítið roknistykki varð eisini lagt fram á tíðindafundinum í gjár. Í stuttum sigur tað so nógv sum tað, at um 1000 húsarhald í Føroyum keypa 10 lágorkuperur, verða 6,46 mió. krónur spardar í orkunýtslu.
? Ógvuliga umráðandi er, at tú hevur tann rætta belýsningin. Í Danmark hava tey eitt, sum eitur Dansk Standard 700, sum millum annað sigur, at tað er ikki loyvi at brúka tey sokallaðu "kjallara-ljósini" á plássum har fólk dagliga skulu vera. Dansk Standard 700 er eisini galdandi í Føroyum, bara ikki tá tað kemur til pening. Í londunum rundan um okkum hava øll uppdagað, at tað er nakað, ið eitur renovering av til dømis skúlum. Har eru øll amaturini skift út, og betri orkusparandi amatur sett inn, soleiðis at skúlin harvið eisini fær rætta belýsningin. Tá tú skalt sita í skeivum belýsningi dagin langan, førir tað við sær, at tú fært høvuðpínu og missir konsentratiónsevnini, sigur Rasmus Magnussen.
Fólk vilja ikki keypa lágorkuperur fyri 130 krónur, tá tey kunnu fáa eina vanliga peru fyri 10 krónur. Føroyingar hava rætt og slætt ikki ráð at spara.
Onki komið burturúr
Hóast tað hevur verið arbeitt við at fáa punktgjøldini avtikin síðani 1996, er framvegis onki komið burturúr. Vinnumálastýrið hevur mælt Fíggjarmálastýrinum til at avtaka punktgjøldini, men síðani 25. mei 2001, tá seinasti fundurin var, hevur onki verið at frætta frá Fíggjarmálastýrinum.
Nú hevur áhugafelagið valt at fara í fjølmiðlarnar við tilfarinum soleiðis, at Føroya fólk eisini kann verða kunnað um orkusparing og orkupolitikk sum heild.
Hugsa um tað næstu ferð, tá tú setur teg í djúpa lenistólin við eini góðari bók. Stólurin tú situr í er uttan avgjald, meðan ljósið tú hevur tørv á fyri at lesa bókina, hevur eitt punktgjald, sum ger tað dýrari at verða upplýstur enn tað er at sita.