Almenn punktgjøld á nýtsluvørum kunnu hava ymisk endamál til ymsar tíðir. Tey kunnu brúkast til at tálma nýtslu, at broyta nýtslumynstur og til stuðla umhvørvisátøkum.
Fyri eini fimmti árum síðani var kolkomfýrur í køkinum ikki nøkur luksusvøra, men í sekstiárunum blivu petroliumfýringar setar í nógvar av teimum, og tað var stás. Seinni vórðu teir avloystir av miðstaðarhitaketlum, og tað var tað reina luksus. Í fimtiárunum fingu flestu føroyingar eisini elektrisitet og luksusvøran elektriskur komfýrur við bakarovni varð at síggja í alt fleiri húsum í fimmti og sekstiárunum.
Síðani eru nógv fleiri luksuvørur komnar, samstundis sum fyrrverandi luksusvørur eru vorðnar hvørs mans (m/k) ogn. Køliskáp og frystiboksir, vaskimaskinur og uppvaskimaskinur, dustsúgvarar og eymhettur, radio, sterioanlegg og surroundskipanir, sjónvarpsskipanir og telduskipanir, telefonir og fartelefonir. Allir hesir hentleikar eru nú í so at siga hvørjum húsi. Harafturat koma persón-bilar og glastrevjabátar.
Felags fyri allar hesar lutir er, at teir eldast og antin fara av móta ella ganga fyri. Teir verða skiftir út og koyrdir burtur.
Fyri fáum árum síðani vórðu allir hesir lutir grivn-ir niður á ymsum tyrv-ingarplássum kring landið. Lítið varð hugsað um tung-metalir, POP og ozonskaði-lig evni. Hetta er broytt og verður tíbetur ikki gjørt longur. Men tað er eisini ein hóp dýrari at beina hesar lutir burtur í dag.
Skiljing og burturbeining
Í IRF-skipanini verður í løtuni mælt til at skilja hetta burturkastið soleiðis:
Jarn og metal
<sum$?$end$!$eymhettur
<sum$?$end$!$hitaketlar
<sum$?$end$!$komfýrar
<sum$?$end$!$uppvaskimaskinur
<sum$?$end$!$vaskimaskinur

CFC-vørur (freon-vørur)
<sum$?$end$!$køliskáp
<sum$?$end$!$frystiboksir

Elektriskt og elektroniskt burturkast (WEEE)
<sum$?$end$!$borimaskinur
<sum$?$end$!$dustsúgvarar
<sum$?$end$!$fartelefonir
<sum$?$end$!$radio
<sum$?$end$!$sendarar
<sum$?$end$!$sterioanlegg
<sum$?$end$!$surroundskipanir
<sum$?$end$!$sjónvarpsskipanir
<sum$?$end$!$telduskipanir
<sum$?$end$!$telefonir
<sum$?$end$!$v.m.

Bilar
<sum$?$end$!$bussar
<sum$?$end$!$lastbilar
<sum$?$end$!$persónbilar
Alt vanligt jarn og metal í IRF - limakommununum verður savnað saman á nøkrum fáum støðum og flutt til Kommunalu Brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu, har tað verður kroyst saman, og síðani sent av landinum til endurnýtslu. Persónbilar verða eisini kroystir á sama stað, men framman--undan skal øll olja og ymisk útgerð verða tikin úr bilvrak-inum.
Freonvørur og elektroniskt burturkast verða send til góðkent móttøkuvirki uttanlands, sum antin viðgera tilfarið sjálvi ella senda lutirnar til virki, sum hava serkønan kunnleika til at taka hesar lutir sundur og viðgera teir einstøku smálutirnar.
Burturkastið verður við-gjørt soleiðis, lutvíst fyri at minka um dálking frá serligum evnum, t.d. freon og tungmetalum, men eisini fyri at endurnýta lutir og endurvinna metalir.
Nógv orka verður brúkt til flutning av hesum burt-urkastinum. Fyri køli- og frystiburturkast og elektronikk burturkast skal eisini gjaldast fyri viðgerðina á seinasta staðnum.
Fígging
Elektriskt og elektroniskt burturkast, CFC-burturkast, bildekk og tílíkt hevur verið viðgjørt í serligum skipanum í okkara skandinavisku grannalondum í fleiri ár. Sokallaði grøn avgjøld, ella kanska betur burturkastgjøld, hava verið løgd á summar vørur. Virki, sum kunnu prógva, at burt-urkastið er endurnýtt, endurvunnið ella fyribeint á annan góðkendan hátt, fáa goldið eitt fast gjald fyri hvørja eind tey hava avgreitt.
ES hevur eisini viðgjørt hesar burturkastbólkar eina tíð og samtykt eitt direktiv fyri elektriskt og elektroniskt burturkast (WEEE-direktivið). Direktivið gevur framleiðarum, umboð-um og handlum eisini ábyrgd av tólunum, eftir at tey ikki verða brúkt meira (framleiðaraábyrgd). Roknað verður við, at WEEE-direktivið fer at økja serinnsavningina og serviðgerðina av elektriskum og elektroniskum burturkasti. Roknað verður eisini við, at hetta fer at broyta tólini viðvíkjandi viðlíkahaldi, endurnýtslu, sundurtøku og endurvinning. WEEE-direktivið verður sett í gildið í Danmark í august í ár.
Í Svøríki hevur ein líknandi skipan verið í gildið síðani 2001.
Skipanin merkir millum annað, at hvørja ferð ein kundi keypir eina elektriska ella elektroniska vøru, kann hann lata handlinum eina tilsvarandi nøgd av brúktum tólum.
Nú Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at flestu av verandi punktgjøldum á omanfyrnevndu vørum skulu minkast ella takast av, verður heitt á Fíggjarmálaráðið saman við Innlendismálaráðnum, at meta um møguleikan at halda ein part av gjøldunum eftir, soleiðis at tey virki, sum kunnu vísa á, at hvítvørur, elektronisk tól, bilvrak, bildekk, akkumulatorar, ljósrør og annað serliga dálk-andi burturkast, eru við-gjørd og burturbeind á góðkendan hátt, fáa goldið eina ávísa upphædd fyri hvørja staka eind ella vekt-eind. Soleiðis kunnu eisini handlar og virki, sum selja hesar vørur, bjóða kundum sínum eina betur tænastu, samstundis sum gamla vøran helst eisini fær eina rættari skiljing, viðgerð og burturbeining í framtíðini.