Eysturoyartunnilin er stongdur í løtuni. Talan er um vegastrekkið frá Hvítanesi til rundkoyringina í tunlinum. Hesum boðar politiið frá í kvøld.
– Orsøkin er at tveir lastbilar eru punkteraðir og fáa ikki koyrt víðari, skrivar politiið.
Talan er ikki um nakran fólkaskaða. Men politiið og sløkkiliðið eru á veg á staðið, upplýsir politiið.
Mett verður, at tunnilin verður stongdur í umleið tveir tímar. Koyrandi er tó millum Rókina og Strendur.