FÓTBÓLTUR
Tey bæði liðini, sum møttust í Eystanstevnudystinum við Løkin leygarkvøldið, høvdu bæði brúk fyri at reisa seg aftur eftir tap í miðvikudystum. NSÍ mátti vinna, tí har snúði tað seg um plássið í oddastríðnum, meðan EB/Streymur ikki mátti tapa fyri triðju ferð á rað.
NSÍ byrjaði betur, men hevði ilt við at definera sítt álopsspæl. Hetta var fyrst og fremst Sorin Anghel fyri at takka, tí hann var allan dystin á tamb ein brandur í verjuni hjá EB/Streymi, og serliga væl lá fyri hjá honum at neutralisera toppskjúttan og gamla liðfelagan, Károly Potemkin.
Nokk so skjótt fekk EB/Streymur vunnið sær eina yvirvág, ið serliga vísti seg í skjóta álopsspælinum, ið fleiri ferðir var rættiliga hóttandi – gjarna við sera beinleiðis spæli og uttan fleiri nertingar enn neyðugt.
Tá hetta so eisini gav gestunum eina 2-0 leiðslu tíðliga í seinna hálvleiki, kom tað sjálvandi at merkja dystin, sum í løtum var serstakliga undirhaldandi. Men sum fortreytirnar broyttust, gjørdist tað eisini í løtum ikki akkurát so polerað spæl, liðini vístu – og annars plaga at vísa í sínamillum dystunum.
Legði upp til bæði
Ein hin mest eyðsýndi spælarin í álopspartinum hjá EB/Streymi var Hans Pauli Samuelsen, sum var við í uppspælinum til bæði málini og sjálvur skjeyt tað fyrra av teimum.
Tað kom hálvan tíma inn í dystin, tá hann sendi Arnbjørn Hansen avstað mitt fyri og sjálvur rann seg leysan í vinstru síðu. Arnbjørn fekk drigið tað mesta av NSÍ-verjuni til sín, áðrenn hann spældi Hans Paula, sum tá var blivin púra leysur og frá brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið við einum fantastiska góðum skoti, Meinhardt Joensen ikki kundi gera nakað við.
Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik var Hans Pauli aftur upphav til mál, tá hann spældi stutt til Bárð Olsen, ið víðari spældi eitt-tvey saman við Brian Olsen og rann seg leysan, so hann í júst røttu løtuni fekk fatur á bóltinum innan fyri NSÍ-verjuna. Beint fyri nøsini á útstormandi NSÍ-málverjanum tveitti hann seg fram og prikaði bóltin í málið til 2-0.
Í veruleikanum var tað hetta seinna málið, ið fullkomuliga punkteraði dystin, tí hóast NSÍ royndi at leggja eitt massivt trýst á EB/Streym og langar løtur kringsetti brotsteigin hjá gestunum, lá illa fyri at fáa ítøkiligar málmøguleikar burturúr.
Skaptu ov lítið
Nakrar ferðir leikaði tó hart á, og ta einu ferðina var skot frá Klæminti A. Olsen taklað í evstu løtu, eftir at Gunnar á Steig hevði bjargað roynd frá Potemkin. Eisini Einar T. Hansen hevði eina næska roynd, tá hann tamdi við bringuni og smekkaði til úr spískum, men dygst fram við málinum og út um aftaru stong.
Ikki fyrr enn í yvirtíðini eydnaðist NSÍ at fáa eitt brotsspark, tá Klæmint var koyrdur um koll, og Óli Hansen skoraði trygt. Men tíðin var skjótt úti, og EB/Streymur fekk sostatt øll trý stigini í pottin.
Fyri gestirnar var hetta ein kærkomin sigur ímóti einum av fremru liðunum, eftir at illa hevur ligið fyri hjá EB/Streymi tað mesta av árinum. Eystanstevna var í Runavík, so tí kendist tað kanska eyka fløvandi, at úrtøkan eisini gjørdist eitt íkast til steypaskápið við Margáir.
Tilsvarandi bakkast var tapið hjá NSÍ, sum higartil hevur verið ein av fremstu avbjóðarunum, men nú er dottið niður á fjórða plássið. Liðið hevur síðstu dystirnar mist bæði flog og hugflog, og er nú heili níggju stig frá oddasessinum.










