Stórsigurin hjá Neistanum afturi í oktober mánaði ger nevnliga, at Kyndil skal vinna við 13 málum, skulu teir vera betri í innanhýsis roknskapinum. Og alt annað líka, so er tað ein uppgáva, ið er mest sum ov møtumikil hjá teimum grønu, ið tó ivaleyst vilja berjast fyri sínum møguleika.
Dystir eru tó eisini í Kollafirði og í Hoyvík. KÍF spælir grannauppgerð móti VÍF, og tó at hesin dysturin ikki broytir stórvegis um stigatalvuna, so plagar hetta at vera nakað, sum spælararnir hjá báðum liðum vilja stríðast fyri.
Og í Hoyvík tekur H71 móti oddaliðnum StÍF, sum langt síðani hevur vissað sær sæti í finaluni. Talan er tó um seinasta heimadystin hjá H71 hetta kappingarárið, og tí vilja teir helst enda við manér framman fyri heimaáskoðarunum.
-mørk










