Punkarin Pete Shelley deyður

Orsøkin sigst vera hjartatilburður.

Sangarin í kenda punkbólkinum Buzzcocks, Pete Shelley, er deyður.

 

 

Orsøkin sigst vera hjartatilburður. Hann doyði í Estlandi, har hann síðani 2012 hevur búð saman við estisk/canadisku konu síni.

 

 

Bólkurin Buzzcocks varð stovnaður í 1976 í Manchester av Pete Shelley og Howard Devoto, men hesin seinni fór úr bólkinum longu eftir fyrstu ep-útgávuna, Spiral Scratch.

 

 

Kendatsta lag hjá bólkinum er helst Ever Fallen In Love (With Someone You Should’t’ve). Lagið er seinni innspælt av øðrum tónlistafólkum, t.d. fingu Fine Young Cannibals eitt hitt við lagnum í 1987. Buzzcocks fóru hvør til sítt í 1981, og funnu saman aftur í 1989. Síðsta útgávan, The Way, kom í 2014, og í 2017 var bólkurin á 40 ára tónleikaferð.

 

 

Shelley var gjørdist 63 ár.