Punjab vita ikki, hvat teir gera rætt

Í fjør kom fyrsta fløgan hjá Punjab út, og nú eitt ár seinni vóru ungu havnarmennirnir tilnevndir til ikki færri enn fimm virðislønir.

 

- Tað kemur púra óvæntað á okkum, at vit verða so væl móttiknir millum fólk, siga teir nærmast í kór.

 

Punjab vann í kvøld tvær FMA virðislønir; eina fyri ársins navn og eina fyri besta bólk innan country, folk og blues. Sjálvir vita teir ikki, hvat teir hava gjørt rætt, men fegnir eru teir.

 

 

- Vit eru ordiliga glaðir fyri tær báðar virðislønirnar, vit hava fingið í kvøld. Men vit duga ikki at siga, hvat vit hava gjørt rætt, svara teir og skylda eitt sindur upp á, at teir eru ungir og orkufullir.